
TILMELDA VERKSTOVU
Verkstovan er ætlað byrjarum og royndum 14 ár+
Á verkstovuni arbeiða vit við háprenti. Vit skera í ymiskt tilfar, so sum Linolium, Master-cut og Soft-cut.
Vit royna pressuteknikkir við pressu og homdpressum.
Alt stendur klárt til tykkum tá ið tit møta so sum amboð, plátur, prentsvertur, óavmarkað royndarprentpappír og 4 hágóðsku prentørk.
Alt tilfar, sum verður nýtt á verkstovunum er umhvørvisvinarligt og ikki eitrandi.
Kaffi, te og okkurt afturvið fæst í steðginum.
Verkstovurnar verða tillagaðar luttakarunum.
Ver í arbeiðsklæðum.
Kostnaður
2T / 450,-
Stað
Atelierið
Ovaragøta 48 kj.
188 Hoyvík

Copyright © All Rights Reserved